Fyrrapartin í gjár, um klokkan 11.30, fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur hevði borið við tvey fólk á einum gonguteigi í Havn.
Hvørki fólkini ella bilurin fingu tó nakran skaða.
Óhappið hendi klokkan níggju, men tað bleiv ikki fráboðað beinanvegin.
Eftir at bilførarin hevði tryggjað sær, at fólkini høvdu tað gott, fóru partarnir hvør til sítt, og eftir at hava tosað við onnur fólk valdi onkur at boða løgregluni frá óhappinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tað er ikki greitt, hví óhappið hendi, men løgreglan fer at tosa við fólkini í dag, og eisini fara tey at seta seg í sambandi við bilføraran.
Um kvøldið, klokkan 22.30, var eitt ferðsluóhapp á Sandavágshálsi, har ein bilur koyrdi út av vegnum.
Tvey fólk vóru í bilinum, men hvørgin av teimum fekk skaða.
Løgreglan kundi eisini staðfesta, at talan var ikki um rúsdrekkakoyring, so meira verður ikki gjørt við málið, sigur vaktleiðarin.
Eisini varð boðað frá einari hending á R.C. Effersøes gøtu í Havn um klokkan 20.30 í gjárkvøldið, har ein drongur á súkklu bar við ein bil. Speglið á bilinum brotnaði, og drongurin datt á vegin. Drongurin tyktist tó ikki at hava fingið nakran skaða, og hann súkklaði víðari eftir at hava tosað við bilføraran.
Bilførarin veit ikki, hvør drongurin er, men foreldrini mugu gjarna seta seg í sambandi við løgregluna, so tey fáa at vita, hvør hann er, og kunnu tryggja sær, at hann ikki hevur fingið skaða. Hetta hevur sjálvandi eisini áhuga í mun til tryggingina, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald