Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp kring landið í gjár

Ringa veðrið var við at ávirka. Eingin mannskaði var

2019-12-09 11:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan boðar frá, at trý ferðsluóhapp vóru í gjár. Í øllum førum var talan um materiellan skaða og ongan fólkaskaða.

Bæði á Sandi og á Sandavágshálsi fór ein bilur útav. Í óhappinum í gjárkvøldið á Sandavágshálsi var talan um fullan bil av fólki, ið fór bóltandi. Øll í bilinum fóru til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men eingin álvarsamur skaði var. 

Á Høgareyni var eitt "krassj". Ein bilur varð árendur av einum øðrum, og bilarnir fingu stóran skaða. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder