Tá jólini nærkast, ræður um at skunda sær at keypa alt, ið keypast skal, áðrenn handlarnir lata aftur. Summi goymi innkeypini til í síðstu løtu, og tað sást í gjár, tá eitt sjáldsama stórt tal av bilum var í gøtunum í Havn.
Fleiri ferðsluproppar vóru í høvuðsstaðnum í gjár, og trupulleikin var so stórur, at løgreglan mátti blanda seg uppí.
Serliga var tað rundan um SMS, at ferðslan gekk illa. Fleiri høvdu eisini stillað bil sín soleiðis, at aðrir bilar ikki sluppu framvið, og løgreglan noyddist tí at leita eftir bilførarum fyri at fáa teir at flyta bilin.
Annars hava nógv fólk verið í býnum í nátt, og løgreglan hevur eisini verið at sæð í náttarlívinum.
Nógv full fólk vóru í býnum, men kortini hevur náttin verið stak friðarlig, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald