2019-01-31 09:49
Ferðslupartruljan gjørdi ferðslukanningar á Ringvegnum í Havn í gjár millum klokkan 16:30 og 18. Tilsaman vórðu 56 bilar kannaðir, og av teimum fingu nýggju bót.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at serligt atlit varð tikið til feil á lyktunum, og 7 av bilførarunum fingu bót fyri hetta.
Eisini fingu tveir bilførara bót fyri at ov stórur munur var á nøgdini av píkum á píkadekkunum. Tað er brot á ferðslulógina um meiri enn 25 prosent munur er á hvussu nógvir píkar eru á dekkunum. Tað var tað so í tveimum førum av teimum 56 bilunum, sum vórðu steðgaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald