2023-03-29 09:42

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Suðuroynni, og í hesum sambandi fingu fleiri bilførarar bót fyri smærri lógarbrot.
Talan var m.a. um lyktafeilir, slitin dekk, børn, sum ikki sótu íbundin, og bilførarar, sum ikki høvdu koyrikortið uppiá sær, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
50 bilar vórðu steðgaðir á Tvøroyri, og har vórðu 12 mál skrivað. Í Vági vórðu 70 bilar steðgaðir, og har vóru 13 mál skrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald