
Í sambandi við føstulávint hava nógv fólk verið at sæð í býnum í nátt, og hevur løgreglan eisini havt úr at gera við at hjálpa teimum, ið høvdu fingið ov nógv niðurum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey í nátt og fram til tíðliga í morgun hava fingið fleiri fráboðanir um full fólk, sum hava tørv á hjálp, enn tey vanliga fáa eitt leygarkvøld. Allar fráboðanirnar komu úr Havn.
Onkur var dottin og hevði tørv á sjúkrabili, onnur høvdu brúk fyri hjálp at koma til hús, og í trimum førum mátti løgreglan leggja seg uppí, tá fólk vóru farin upp at toppast.
Burtsæð frá hesum, hevur tó verið friðarligt hjá løgregluni.
Tvey ferðsluóhapp í gjár
Um middagsleitið í gjár varð boðað frá tveimum smærri ferðsluóhappum í Suðuroynni.
Eingin fólkaskaði stóðst av hesum, men nakað av materiellum skaða var.
Í eina førinum er ein bilførari skuldsettur fyri ikki at hava hildið víkiskylduna, og ein annar er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, verður sagt av løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald