Innanlands

Fleiri fráboðanir um fýrverk

Eingin er tó skuldsettur fyri at skjóta fýrverk uttan loyvi, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-04 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan fingið nakrar fráboðanir um, at fólk hava skotið fýrverk uttan loyvi.

Sambært kunngerð um fýrverk frá 2023 kann fýrverk bert skjótast uttan loyvi frá løgregluni 31. desember til og við 2. januar. Hetta nýggjárið varð tó eisini undantaksloyvi givið til at skjóta 30. desember vegna veður.

Í gjár, 3. januar varð tó eisini skotið fýrverk, og fekk løgreglan nakrar fráboðanir um tað. Løgreglan fór á staðið men funnu ongar persónar, og hevur sostatt eingin fingið bót fyri at skjóta fýrverk uttan loyvi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Lagt verður afturat, at hetta vikuskiftið annars hevur verið rættiliga friðarligt higartil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder