Leygarmorgunin bórust tíðindini um, at fleiri løgtingslimir, sum høvdu atkvøtt fyri uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg, høvdu fingið hóttandi boð á SMS og á sosialum miðlum, og um vikuskiftið eru fleiri fráboðanir afturat komnar frá tinglimum, sum siga seg hava fingið hóttandi boðini.
Tað upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Fosturtøkumálið varð samtykt við 3. viðgerð hósdagin við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.
Vaktleiðarin upplýsir ikki, hvussu nógvar fráboðanir eru komnar um hóttanir men upplýsir, at løgreglan hevur ikki fingið fráboðanir frá øllum 17 tinglimunum, sum atkvøddu fyri.
Í boðunum, sum eru send løgtingsfólkum, stendur, at tey eru koyrd á ein "rættvisan fosturtøkulista".
– Fert tú alment at angra tað, skal eg strika teg av listanum. Tað er rættvíst at drepa ein barnamordara, stendur í boðunum, sum sambært løgregluni eru frá sama persóni - einum útlendingi, sum er búsitandi í Danmark.
Talan er um ein persón við sálarligum avbjóðingum, sum er kendur í donsku skipanini, upplýsti løgreglan leygardagin.
Í morgun verður upplýst, at málið verður umrøtt á fundi klokkan níggju fyrrapartin í dag. Tá verður støða tikin til, hvussu farast skal víðari við málinum.
Les eisini: – Ein óbeinleiðis hóttan uppá lívið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald