Innanlands

Tríggjar fráboðanir um húsaófrið í nátt

Nógv fólk hava verið í býnum, og í hesum sambandi hevur løgreglan havt úr at gera

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-02 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øgiliga nógv fólk hava verið í býnum í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini havt nógv at gera.

- Fólk hava verið á Norðoyastevnu í Klaksvík, fólk hava verið úti og feirað úrslitið av Champions League-finaluni í gjárkvøldið, og tey flestu hava nokk eisini fingið løn, so har vóru nógv fólk úti í nátt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan hevur fleiri ferðir verið noydd at blanda seg uppí, tá fólk komu til ilnar.

Eitt nú varð løgreglan boðsend tríggjar ferðir í sambandi við húsaófrið í nátt.

Klokkan tvey vóru tveir mans í Klaksvík farnir til hendurs, men tað eydnaðist løgregluni at sissa teir.

Klokkan trý varð løgreglan boðsend til eini hús í Havn, har eitt par var komið til ilnar. Málið varð loyst við, at annar parturin fór á dyr.

Klokkan seks í morgun fekk løgreglan enn eina fráboðan um húsaófrið í Fuglafirði.

- Vit vita ikki rættiliga, hvat er hent, ein maður er farin á sjúkrahúsið, og hann vendir aftur til okkum, tá læknarnir hava kannað hann. Tá verður støða tikin til, um nakar verður skuldsettur fyri harðskap í hesum sambandi, sigur vaktleiðarin.

Klokkan trý fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at eitt skeinkistað í høvuðsstaðnum spældi so harðan tónleik, at fólk ikki fingu sovið. Tað vísti seg, at bæði vindeygu og hurðar vóru opin, so har fingu tey boð um at lata aftur og at skrúva eitt sindur niður fyri tónleikinum, og hetta hjálpti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder