
Føroya Politi røkir umframt vanligu politiuppgávurnar eisini eina røð av týdningarmiklum tænastuuppgávum. Hesar tænastur verða veittar á politistøðunum kring landið.
Føroya Politi hevur í 2022 útflýggjað næstan 10.000 pass. Hetta er meira enn tvífalt so nógv sum í 2021 og verður samanborið við koronaárið 2020, er talan um eina hækking á næstan 200 prosent. Harumframt hevur Føroya Politi avgreitt 3.284 útlendingamál. Ein vøkstur uppá næstan 50 % samanborið við 2021.
Sum heild vóru fleiri revsimál tikin upp av politinum í 2022 samanborið við 2021. Samstundis vóru eisini fleiri mál avgreidd.
Fyri at fáa meira kunnleika til økið – m.a. í einum fyribyrgingarhøpi – hevur Føroya Politi hugt nærri at teimum harðskapsmálum (t.e. brot á § 244 og § 245 í revsilógini), sum eru skrásett í 2022. Tølini vísa ein vøkstur samanborið við undanfarin ár.
Um harðskapsmálini er yvirskipað at siga, at harðskapurin aloftast verður framdur av ungum fólkum í náttarlívinum. Sum talvan niðanfyri eisini vísir, er tað í stóran mun menn, ið fremja harðskapin, og at í í 85 av 106 skrásettum málum er rúsdrekka íblandað.
Flestu harðskapsmálini frá 2022 eru ikki endaliga avgreidd í revsirættarskipanini, og tí ber ikki til at siga, hvussu stórur partur av 106 skrásettu málunum um brot á §§ 244 og 245 enda við dómi fyri brot á revsilógina.
Føroya Politi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald