Uttanlands

Fleiri hundrað smittað á stórum flogbera

Franska sjóverjuskipið ”Charles de Gaulle” mátti fara í havn orsaka av umfatandi smittu umborð

Charles de Gaulle á veg inn í havnina í Toulon (Mynd: EPA)

Charles de Gaulle á veg inn í havnina í Toulon (Mynd: EPA)

2020-04-16 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri hundrað herflotafólk á franska flogberanum ”Charles de Gaulle” og eini fregatt, ið hevur fylgt honum, hava fingið staðfest koronasmittu.

Tað upplýsti franska verjumálaráðið í gjár.

Higartil eru 1.767 sjófólk kannað, og av teimum eru 668 staðfest við smittuni, nógv tey flestu á flogberanum.

Av teimum fleiri hundrað smittaðu, eru 31 løgd inn á sjúkrahús, ein á intensivari deild.

Flogberin legði at í havnabýnum, Toulon, sunnudagin eftir at verjumálaráðið gav skipinum boð um at fara í havn eina viku áðrenn ætlað. Tað hendi, tá tað var staðfest, at umleið 40 fólk umborð vóru sjúk.

Tey nógvu smittaðu herflotafólkini, sum ikki eru innløgd á sjúkrahúsi, sita nú avbyrgd á herflotastøðini.

Flogskipararnir, ið flugu hernaðarflogfør og tyrlur, ið lendu á flogberanum, eru nú avbyrgdir, sigur verjumálaráðið.

"Charles de Gaulle" fór úr Fraklandi 21. januar fyri at stuðla herdeildunum, sum stríðast móti islamistum í Sýria og Irak. Síðan skuldi skipið sigla gjøgnum Atlantshavið til Eystrasalt at vera við í eini hernaðarvenjing, skrivar Ritzau.

Verjumálaráðið upplýsir ikki nakað um, hvussu smittan er komin umborð á flogberan og fregattina, sum fylgir honum.

Eisini amerikanski flogberin "USS Theodore Roosevelt" er raktur av koronavirus.

Har varð skiparin umborð loystur úr starvi, tá hann boðaði frá smittuni – ein avgerð, ið seinni førdi við sær, at virkandi sjóverjumálaráðharrin í stjórnini hjá Donald Trump, legði frá sær. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder