Innanlands

Fleiri keypa á netinum nú

Yvir 60 prosent av føroyingum fara nú javnan á internetið til handils

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2020-04-13 14:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú gerandisavmarkingar eru í gildi orsaka av koronasmittuni, eru fólk farin meira at brúka internetið, tá farast skal til handils.

Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í síðstu viku, varð eisini spurt eftir netvanunum, tá tað snýr seg um keyp. Og her svaraðu gott 20 prosent, at tey eru farin at brúka netið meira til keyp.

Næstan helmingurin av teimum spurdu, 41,6 prosent, sigur tó, at tey als ikki keypa á netinum.

Og næstan ein líka stórur partur, 38,6 prosent, er, sum sigur, at tey ikki hava broytt netvanar, men keypa, sum tey plaga.

Men gott 20 prosent av teimum spurdu søgdu, at tey eru farin at keypa á netinum.

5,8 prosent siga, at tey eru farin at keypa ”take away” á netinum. 5 prosent siga, at tey eru farin at keypa gerandisvørur frá føroyskum handlum á netinum. Og størsti parturin, 11 prosent, sigur, at tey eru farin at keypa aðrar vørur, eitt nú klæði, á netinum.

Leggja vit hesi trý afturat teimum 38,6 prosent, sum søgdu at tey keypa keypa á netinum, men ikki hava broytt vanar í seinastuni, so kunnu vit staðfesta, at tað eru gott 60 prosent av føroyingum, sum javnan fara natið at keypa.

500 føroyingar fóru spurd 6. apríl. Í hesi kanningini skal roknast við eini óvissu á millum 1,8 og 5,3 prosentstig.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder