Ikki færri enn seks bilfrarar vórðu avdúkaðir fyri at koyra alt ov skjótt í sambandi við at løgreglan gjørdi ferðslukanningar á fuglafjarðarvegnum og Millum Fjarða í Eysturoynni um middagsleitið og tíðliga seinnapartin í gjár.
Á Fuglafjarðarvegnum vóru tað fýra bilar, ið koyrdu ov skjótt. Tríggir vórðu skrásettir fyri at koyra 101 og ein fyri 102 kilometrar um tíman. Førararnir av hesum bilum fáa allir klipp í koyrikortið.
Millum Fjarða var ein bilur skrásettur at koyra 102 kilometrar um tíman, sum gevur klipp. Ein annar koyrdi 114 kilometrar um tíman, og tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.
Í norðurøkinum var ein bilførari eisini avdúkaður fyri at koyra uttan trygdarbelti í gjár. Hesin fær eina bót, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald