Innanlands

Fleiri kvinnur enn menn smittaðar

Næstan 53 prosent av koronatilburðunum sum hava verið, eru staðfestar hjá kvinnum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-04-19 20:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Av teimum 185 koronatilburðunum sum eru staðfestir í Føroyum eru 98 av teimum staðfestir á kvinnum. Tað vil siga at býtið í prosentum er 52,97 prosent kvinnur og 47,03 prosent menn.

Tað vísa tøl frá Landslæknanum, sum eru dagførd seinnapartin.

[object Object](Kelda: Landslæknin. Seinast dagført: 19.04.2020, kl. 17.05)

Aldursbólkruin 20-29 er best umboðaður, har 41 fólk hava fingið staðfes smittuna. Síðani kemur aldursbólkurin millum 50-59, ar 36 hava fingið staðfest koronavirus.

Flest fólk eru smittað í Streymoy, har 93 eru smittað. Í Norðoyggjum eru 45 fólk smittað.

Bara níggju eru smittað við korona í løtuni. 176 av teimum 185 fólkunum sum hava fingið staðfest koronasmittu eru blivin frísk aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder