Mentan

Fleiri livekonsertir úr Reinsarínum

Í kvøld kl. 21 fer Flowin á pall

Flóvin Viderø

Flóvin Viderø

2020-04-13 11:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn hevur sett fýra konsertir á skrá hesa vikuna, sum møguleiki verður at fylgja í beinleiðis stroyming.

Í kvøld, annað páskakvøld, kl. 21 er tað ein av okkara bestu sangarum, Flóvin Viderø, ið eisini brúkar pallnavnið Flowin, ið fer at syngja og spæla.

Flóvin er best kendur sum frontmaður í bólkinum Deja Vu og fyri sína góðu sangrødd, ið kann leiða tankarnar til mætar menn sum Morten Harkett og Chris Martin.

Hóast Deja Vu er farið í søguna, so hevur Flóvin enn stýr upp á tónleikin. Tað prógvaði hann í 2019, tá hann útgav útvarpshittið "When I was a Kid", sum eisini var tilnevnt ársins lag á FMA 2020.

Konsertin við Flowin verður víst beinleiðis á stoymingartænastuni hjá Tórsgøtu 

Blátt gras
Mikukvøldið er aftur live tónleikur á skránni. Hesaferð við bólkinum Blátt Gras. Teir eru frískir, við upp á tað og ljóða sum teir koma nógv longri vestriii frá enn Vágunum. Íblásturin til tónleikin kemur frá bluegrass stílinum, sum vit kenna frá amerikansku suðurstatunum.

Blátt Gras eru ikki bara bara, tí við sanginum “There is room at the table” høvdu teir Føroya besta lag á FMA 2015.

Orð og tónar 
Hóskvøldið kl. 21 snýr tað heila seg um Gilgamesh og Ólav. Theodor S. Olsen, prestur, og Poul Gutttesen, lektari, leggja fram seinasta verkið, ið Viderø skrivaði, og sum nústaðni er komin undan kavi.

Bókin er um hugsanir, ið menniskju hava drigist við fyri 5000 árum síðum og sum framvegis plága okkum. Viderø hugleiðir um tann leitandi Gilgamesj, sum var kongur í Mesopotamia, og um somu órógv og sama tómleika í nútíðarmenniskjum. Hvussu vit eitra okkum umhvørvið, og hvussu grunnskygd vit eru, hóast so væl siðmentað.

Aftur við hesum forvitnisliga práti fer Ólavur Jakobsen at hugfanga við sínum gittartónum.

Ingi & Danny
Teir eru nokk tað tættasta, vit koma einum føroyskum boybandi. Teir hava alt, ið krevst - lekrir, bleytir og so gera teir poppløg, ið fáa øll at syngja og dansa við. Og at dansa og syngja er júst tað, sum krevst í hesum tíðum.

Vit tosa sjálvandi um Inga og Danny, sum leygarkvøldið spæla á Reinsarínum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder