Uttanlands

Fleiri migrantar um Ermasund enn í fjør

Talið á migrantum, sum koma til Bretlands um Ermasund er tað hægsta síðan metárið 2022

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-10-24 18:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Higartil eru 36.954 migrantar komnir til Bretlands í smábátum um Ermasund, og tað eru fleiri enn samlaða talið fyri alt 2024, vísa tøl hjá bretska innanríkismálaráðnum.

Í fjør komu 36.816 migrantar um sundið millum Norðurfrakland og ensku suðurstrondina.

Harvið er líkt til, at talið í ár verður tað næsthægsta nakrantíð. Metárið var 2022, tá fleiri enn 45.000 migrantar ferðaðust um sundið, skrivar Ritzau.

Eitt av vallyftunum hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer var annars at steðga streyminum av ólógligum migrantum úr Fraklandi til Bretlands, men síðan hann varð valdur er talið økt.

Í juli varð avtala gjørd millum bretar og fraklandingar um at senda migrantar, sum komu um Ermasundið aftur til Fraklands.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder