Innanlands

Fleiri møguleikar á Kortal.fo

Ný ber til at síggja fleiri eldri myndakort á Kortalinum

2026-04-20 18:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú ber til at síggja fleiri eldri myndakort á Kortalinum, skrivar Umhvørvisstovan. Talan um myndakort frá árunum 1958, 2009, 2015 og øll árini frá 2017 til 2024. Harumframt ber eisini til at síggja landsumfatandi fylgissveinamyndir í høgari upploysn fyri tíðarskeiðið 2022 til 2024. Myndakortini finnast í Laglistanum.

Laglistin er nú bólkaður í undirbólkar. Til dømis eru løg sum fixpunkt, jarðhiti, el- og tele leiðingar kloakk, vatn og gøtuljós nú at finna undir bólkinum Tøkni.

Hendan útgávan byggir á nýggjari tøkni, samstundis sum trygdin eisini er hækkað. Funkurnar eru tær somu, hóast útsjóndin er broytt eitt sindur.

Ætlanin er framhaldandi at leggja nýggj løg og nýggjar møguleikar afturat – umframt at gera aðrar smærri tillagingar, skrivar Umhvørsisstovan.

https://www.foroyakort.fo/ 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder