Á býráðsfundi í gjár tók eitt samt býráð undir við, at geva hotel verkætlanini í miðbýnum princippielt byggiloyvi. Fyrireikingar eru longu í gongd og eru arbeiðsskúrar settir upp á útfyllingini. Tað er felagið Sp/f 31. oktobur 2022 sum letur hotellið byggja.
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
Talan er um eina spennandi og slóðbrótandi verkætlan, sum fer at menna býin og geva nýggjar ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum. Eigararnir av hotell felagnum meta, at stóra verkætlanin við 81 kømrum, matstovu, ráðstevnuhølum og vælveruøki, fer at standa liðugt í 2025. Ætlanin er, at hotellið skal knýtast í sjóhitaskipanina hjá kommununi.
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
Fyri tíð síðan varð fyri eini arkitektakapping fyri hotell verkætlanina útskrivað, og átti teknistovan hjá Henning Larsen, sum eisini eigur uppskotið til miðbýarætlanina, besta uppskotið.
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
Byggiverkætlanin er ein privata verkætlan, sum kommunan ikki er partur av. Einasta fíggjarliga avleiðingin av býráðssamtyktini, at kommunan ber kostnaðin av at gera lendið byggiklárt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald