Innanlands

Fleiri nýskipanir mugu setast í verk fyri at fáa fíggjarpolitikkin haldføran

Taka politisku mynduleikarnir ikki neyðugu avgerðirnar fyri at reka samfelagið skilabetri, vera tað í síðsta enda kreditorarnir sum gera tað, júst sum í kreppuni fyrst í nítiárunum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-03-21 11:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í januar 2024 gav Búskaparráðið út eina greining um fíggjarpolitiska haldførið, sum vísti, at orsakað av demografisku broytingunum, fara útreiðslurnar í framtíðini at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða gjørdar. Tað er tí umráðandi at fáa tamarhald á útreiðslunum og at hyggja nærri at inntøkunum og gera tiltøk fyri at økja um tær. Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar fremja stórar bygnaðarligar broytingar. Verður tað ikki gjørt, er tað sannlíkt, at vælferðin, sum vit kenna hana í dag, er í vanda.

Búskaparráðið hevur í sínum frágreiðingum fleiri ferðir víst á skipanir, sum eiga at endurskoðast ella strikast, fyri at gera samfelagsbúskapin betri. Neyðugt er at endurskoða heimaflotan. Í Várfrágreiðingini síni frá 2022 vísti Búskaparráðið á, at heimaflotin var komin til eitt markamót, og neyðugt er at gera eina haldgóða ætlan fyri, hvussu heimaflotin gerst burðardyggur, soleiðis at hann gevur eitt íkast til samfelagsbúskapin. Saman við hesum hongur eisini makrelstuðulin til heimaflotan. Heldur enn at gera neyðuga tillaging/nýskipan í heimaflotanum, er politiska skipanin farin inn aftur á gamlar slóðir, við at veita stuðul til heimaflotan, í hesum føri sum makrelkvotur. Hetta hóast heimaflotin ikki kann fiska pelagiskan fisk.

Búskaparráðið hevur áður víst á ymiskar aðrar skipanir, sum ikki eru góðar fyri búskapin, eitt nú sjómannafrádrátturin. Heldur ikki Fiskavirkisskipanin er skilagóð fyri búskapin eins og minstaløn til heimaflotan heldur ikki er tað. Hesar báðar seinast nevndu skipanir eru ikki fíggjaðar av landskassanum, men skipanirnar eru lógarbundnar og forða fyri neyðugu tillagingum í ávikavist fiskatilvirking og heimaflotanum.

Landsstýrið hevur samtykt at lækka uttanlandsfrádráttin og eisini gjørt broytingar í ferðastuðlinum og stuðul til dupult húsarhald. Harafturat verður pensjónsútgjaldið til pensjónin fyri samlivandi frameftir tað sama sum pensjónin til pensjónistar, sum eru giftir. Hetta eru stig rætta vegin, tó má sterkari lútir til.

Tað er sjálvsagt ikki nøkur løtt uppgáva at fáa betur rakstur í tað almenna. Men taka politisku mynduleikarnir ikki neyðugu avgerðirnar fyri at reka samfelagið skilabetri, vera tað í síðsta enda kreditorarnir sum gera tað, júst sum í kreppuni fyrst í nítiárunum.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder