Uttanlands

Fleiri palestinsk børn dripin í rakettálopi – Orsøkin var eitt tekniskt brek, sigur Ísrael

Átta palestinar - harav seks børn - vórðu dripnir í einum ísraelskum álopi, tá teir vóru farnir eftir vatni – Eitt tekniskt brek var orsøkin til, at ein rakett rakti eina vatnveitingarmiðstøð fleiri metrar frá ætlaða málinum, sigur ísraelski herurin

Børn í Gaza (Mynd: EPA)

Børn í Gaza (Mynd: EPA)

2025-07-14 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi átta palestinar - harav seks børn - vórðu dripnir í einum ísraelskum rakettálopi, tá teir fóru eftir vatni í Nuseirat-leguni í Gaza sunnudagin, upplýsa lokalir myndugleikar.

Tað er stórt vatntrot í Gaza, og fólk eru bundin at vatveitingarstøðum, har tey kunnu  fáa vatn í plastíløt.

Ísraelski herurin hevur viðmerkt álopið og sigur, at talan var um eitt "tekniskt brek", sum var orsøkin til, at ein rakett ikki rakti ætlaða málið - eitt fólk hjá Islamiskum Jihad.

– IDF (ísraelski herurin, red.) harmast um einhvønn skaða á ósek sivilfólk, sigur herurin í fráboðan.

Ísraelski herurin leggur afturat, at hendingin verður kannað.

Umframt tey átta fólkini, sum lótu lív, vórðu 17 fólk eisini særd í álopinum, skrivar m.a. Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder