2019-03-26 15:45
Í hesum døgum standa fimm sethús í gerð í Streymnesi og fleiri stykkir eru umbiðin. Kommunan gjørdi fyri nøkrum árum síðani eina stóra útstykking har frammi í bygdini og hetta sæst nú aftur við at nógv byggivirksemi er.
Fyrr í ár fór fólkatalið í Sunda kommunu upp um 1800 fólk, sum er tað mesta nakrantíð. Sethús eru í gerð í fleiri bygdum og eisini er nýggj útstykking gjørd í Saksun, skrivar Sunda kommuna.
Nógv grundstykkir vórðu seld í 2018, men enn eru nøkur stykkir eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald