2025-09-29 09:47

Í minsta lagi fýra fólk vórðu dripin og átta fólk vórðu særd eftir ein skottilburð í einari mormonkirkju í býnum Grand Blanc í amerikanska statinum Michigan seinnapartin í gjár.
Hetta hendi sunnumorgunin amerikanska tíð, tá fleiri hundrað fólk vóru savnað í sambandi við stórari gudstænastu í kirkjuni.
Ein persónur, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri - ein maður um 40 ára aldur - er deyður. Hann varð skotin av løgregluni.
Sambært løgregluni koyrdi hann í bili gjøgnum høvuðsdyrnar hjá kirkjuni, og síðani loysti hann fleiri skot av og setti eld á kirkjuna.
Løgreglan hevur enn einki sagt um eitt møguligt motiv, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald