Í gjár varð boðað frá einum ferðsluóhappi, har ein bilførari ikki helt víkiskylduna, tá hann koyrdi út frá Velbastað og koyrdi út fyri annan bil.
Tað var ein útlendingur í leigubili, sum fekk so stóran skaða, at hann ikki fekk koyrt av staðnum. Men hóast bilurin fekk stóran skaða, var eingin fólkaskaði, upplýsir løgreglan.
Í slíkum førum, tá talan er um ein útlending, kann málið avgreiðast við einari sonevndari straksbót, sum skal rindast beinanvegin. Málið var væl lýst, og har var eingin ivi um skuldarspurningin, og bilførarin játtaði at rinda bótina, sum var á 2.000 krónur, beinanvegin.
Í gjár hevði løgreglan eisini eitt ferðsluátak í Saltangará, og har fekk ein bilførari treytaða frádøming fyri at koyra 91 kilometrar um tíman.
Mitt í nátt varð ein bilførari í Havn eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka. Annars hevur náttin verið rættiliga friðarlig, upplýsir vaktlieðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald