2024-12-09 16:07
Í sambandi við jólaborðhaldi hjá Nes kommunu fríggjakvøldið vórðu fleiri starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði minnisgávur og takkaði teimum fyri trúgva og drúgva tænastu. Tey, sum vórðu heiðrað, eru:
- Oddvør Højgaard fyri 35 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú í Frítíðarskúlanum
- Julianna Nesá fyri 30 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú í Barnagarðinum
- Annie í Hjøllum fyri 30 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú sum vaskifólk í svimjihøllini
- Johild Túgvustein fyri 25 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú í Barnagarðinum
- Martha Johannesen fyri 20 ár sum skrivari í Tofta skúla
- Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi fyri 20 ár í kommunustýrinum
(Mynd: Nes kommuna)
Súni í Hjøllum, borgarstjóri varð eisini heiðraður fyri 40 ár í kommunustýrinum. Tað var Heini S. Kristiansen, varaborgarstjóri sum handaði honum ein málning og takkaði honum fyri trúgva tænastu og sera gott samstarv, skrivar Nes kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald