Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um vindskaðar í gjárkvøldið og í nátt.
Um 19 tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um at leyst byggitilfar fleyg runt í Kollafirði. Tað var ein bilførari, sum ringdi til løgregluna. Hesin visti ikki hvar tilfarið stavaði frá, og tordi ikki at fara úr bilinum orsaka av nógva vindinum. Átaksleiðarin í Kollafirði varð sendur at kanna støðuna.
Í Suðuroynni var eitt vindeyga farið inn, og í Klaksvík sleit ein lítil útróðrarbátur. Fólk vóru skjótt hjá bátinum og fingu tamarhald á støðuna.
Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan úr Berjabrekku í Havn um eina takplátu, sum var loysnað. Tórshavnar Sløkkilið fór á staðið, og á Velbastað var ein vindskeið loysnað av tromini á einum húsum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald