Løgreglan gjørdi í gjár og í nátt ferðsluátak, har serliga var lagt eftir at kanna um prutl vóru lóglig, og um fólk hildu í telefonini, meðan tey tosa og koyra samstundis.
- Har vóru einari fimm til seks sakir skrivaðar, sum fyri tað mesta handlaðu um at tosa í handhildnari telefon ella fyri ikki at hava koyrikort á sær, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Ein maður á prutl fekk bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær, og tann sum átti prutlið fekk bót fyri at lata hesum prutlið, hóast hann visti at hesin ikki hevði koyrikort.
Fleiri fingu bót fyri at tosa í telefon og onkur fyri ikki at hava koyrikortið á sær.
Á Sandoynni varð ein tikin við einari lítlari nøgd av hassji á sær, og í Ørðavík koyrdi ein bilførari á ein seyð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald