Innanlands

Fleiri túrar á bygdaleiðum avlýstir

Leiðin millum Havnina og Klaksvík, Havnina og Vestmanna, Klaksvík og Viðareiði og Eiði og Oyrabakka eru allar darvaðar av veðri

2018-12-18 12:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fleiri túrar á bussleiðini hjá Strandferðsluni eru avloystir. Fyribils eru hesar leiðir avlýstar: 

 

- Leið 400, sum er leiðin ímillum Havnina og Klaksvík 

- Leið 100, sum er leiðin ímillum Havnina og Vestmanna 

- Leið 500, sum er leiðin ímillum Klaksvík og Viðareiði 

- Leið 200, sum er leiðin ímillum Oyrabakka og Eiði 

Fleiri túrar á siglingini eru eisini avlýstar. 

 

Les eisini: Fleiri túrar hjá Teistanum avlýstir  

Dagføring: Leið 300, sum koyrir ímillum Sørvág og Havnina, og leið 701, sum koyrir ímillum Sandvík, Fámjin og Tvøroyri er eisini avlýst. 

Væntað verður at koyringin kann byrja aftur seinni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder