Innanlands

Fleiri túrar hjá Teistanum avlýstir

Strandferðslan hevur avlýst fleiri túrar hjá Teistanum í dag vegna veður, soleiðis at hann bara siglir ein túr seinnapart

Fleiri túrar hjá Teistanum eru avlýstir í dag

Fleiri túrar hjá Teistanum eru avlýstir í dag

2018-12-18 11:55 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Starndferðslan boðar frá á heimasíðuni, at Teistin einans siglir kl. 12.30 seinnapartin. Eftir kl. 12.30 er ongin túrur áðrenn kl. 20.00, tá hann aftur siglir sum vanligt. 

Tað vil siga, at túrarnir úr Skopun kl. 14.00, kl. 16.35 og kl. 18.35 og av Gomlurætt kl. 13.15, kl. 15.50 og kl. 17.20 verða ikki silgdir. 

Fyrr í dag skrivaði Portalurin um aðrar leiðir hjá Strandferðsluni, sum eru darvaðar vegna veður. Smyril siglur ikki av Krambatanga kl. 07.00, úr Tórshavn kl. 18.30 Túrarnir úr Tórshavn kl. 13.00 og av Krambatanga verða heldur kl. 15.30 ikki sigldir. 

Túrar á Nólsoyarleiðini verða eisini avlýstir. Túrurin av Havnini kl. 12.30 og úr Nólsoy kl. 13.00  verða ikki sigldur. 

Allir túrar á Skúvoyarleiðini eru eisini avlýstir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder