Uttanlands

Fleiri túsund søgdu Ozzy farvæl í Birmingham í dag

Serliga við Black Sabbath Bridge vóru nógv fólk savnað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-07-30 15:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fjepparar í túsundatali hjá bretska rokksangaranum Ozzy Osbourne, vórðu savnaðir á gøtunum í Birmingham í dag fyri at heilsa tungmálmsstjørnuni farvæl fyri seinastu ferð. Serliga á Black Sabbath Bridge vóru nógv fólk savnað.

Klokkan 13 í dag byrjaði líkfylgið at koyra gjøgnum miðbýin í Birmingham áðrenn sjálva jarðarferðina, sum verður privat einans fyri tey nærmastu.

Ozzy Osbourne, mest kendur sum forsangari í bretska tungmálmsbólkinum Black Sabbath, doyði týsdagin 22. juli, 76 ára gamal.

Einans tvær vikur frammanundan hevði sangarin staðið á stórum palli á odda fyri Black Sabbath í júst heimbýnum, Birmingham, har hann helt eina farvæl konsert fyri fjepparunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder