Innanlands

Fleiri vegir í Klaksvík asfalterast

Hesi vegastrekkini verða asfaltera hesa vikuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-06-24 18:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í viku 26 fer Klaksvíkar kommuna at asfaltera fleiri vegir. Soleiðis verður asfaltera:

Týsdagin: Kirkjubrekkan

Mikudagin: Stoksoyrarvegur, frá Ídni til Húsmøðrafelagið og frá Eivind Vithalis og út til Magnus Ennistíg

Hósdagin: Uttast á Stoksoyravegnum og brekkan undir Klakki

Í hesum sambandi kann tað verða neyðugt at steingja vegastrekkini, intil arbeiði er liðugt, boðar kommunan frá á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder