2023-03-14 16:23
So mikið vánalig koyrilíkindi eru á fleiri vegastrekkjum kring landið, at Landsverk hevur stongt fleiri vegir.
Vestmannavegurin, Sandavágsháls, Velbastaðhálsur, Selatraðarvegurin, og vegurin frá brúnni við Streymin í Sundalagnum og til Skálabotn eru stongdir, boðar Landsverk frá.
Tá tamarhald er fingið á støðuni, verður skipað fyri rekkjukoyring í hesum støðum, sigur Landsverk.
Eisini eru sera vánalig koyrilíkindi frá Hvannasundstunlinum til Viðareiðis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald