Innanlands

Fleiri vegir stongdir í høvuðsstaðnum flaggdagin

Talan er serliga um tíðarskeiði frá klokkan 14-17, har millum annað Tórsgøta er stongd. Broytingar eru eisini á leið 2, meðan flaggdagsrenningin fer fram Yviri við Strond.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at í sambandi við flaggdagshaldið týsdagin 25. apríl eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum. Frá klokkan 14 til 17 er Tórsgøta stongd í sambandi við framsýningina hjá Føroya Ellisakførum (Mynd: torshavn.fo)

Tórshavnar kommuna boðar frá, at í sambandi við flaggdagshaldið týsdagin 25. apríl eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum. Frá klokkan 14 til 17 er Tórsgøta stongd í sambandi við framsýningina hjá Føroya Ellisakførum (Mynd: torshavn.fo)

2023-04-19 21:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna boðar frá, at í sambandi við flaggdagshaldið týsdagin 25. apríl eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum frá klokkan 14 til 17. Broytingar vera eisini á leið 2, meðan flaggdagsrenningin fer fram Yviri við Strond.

Frá klokkan 12 verður parkeringsøkið frammanfyri Ráðhúsið stongt. Tveir tímar seinni verður gongugøtan - frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, og Áarvegurin, frá Vaglinum til Havnagøtu - stongd fyri ferðslu.

Frá klokkan 14 til 17 er Tórsgøta stongd í sambandi við framsýningina hjá Føroya Ellisakførum.

Frá klokkan 15.30 til 17.30 verður hetta stongd fyri ferðslu: Áarvegur, frá Vaglinum til Havnagøtu og rundkoyringina úti við Skansan, og vegurin Yviri við Strond, frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin, verða stongd.

Til ber at síggja yvirlit yvir ferðsluavmarkingarnar á kortinum her:

Broyting á leið 2, meðan flaggdagsrenning er

Meðan flaggdagsrenningin fer fram Yviri við Strond, koyrir leið 2 øðrvísi.

Frá kl. 16 til 17.30 koyrir leiðin eftir Stoffalág, Gripsvegnum, R. C. Effersøesgøtu, Steinatúni og víðari eftir ferðaætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder