Innanlands

Fleiri vegir stongdir í sambandi við mentanarnátt í Havn

Í kvøld er mentanarnátt í høvuðsstaðnum, og tað avmarkar ferðsluna í miðbýnum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2025-06-06 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld er mentanarnátt í Havn, og tað avmarkar ferðsluna í miðbýnum.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at fleiri vegir verða stongdir seinnapartin og fram til klokkan tvey í nátt.

Hesir vegir verða stongdir:

Frá klokkan 12

  • Parkeringsøkið frammanfyri ráðhúsið

Frá klokkan 14 til 02

  • Tórsgøta frá Steinatúni oman til Vágsbotn
  • Mylnugøta
  • Sverrisgøta frá Niels Finsens gøtu til Tróndargøtu
  • Magnus Heinasonar gøta
  • Bryggjubakki frá Vágsbotni til Bringsnagøtu
  • Vágsbotnur frá Bøgøtu
  • Undir Bryggjubakka

Stongt frá klokkan 16 til 02

  • Áarvegur
  • Kopargøta
  • Sverrigøta frá Tinghúsvegnum oman til Niels Finsens gøtu
  • Niels Finsens gøta frá Steinatúno oman til Vaglið

Stongt frá klokkan 17 til 02

  • Havnargøta
  • Bøgøta
  • Tróndargøta
  • Doktara Jakobsens gøta
  • Parkeringsøkið á Bursatanga
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder