Innanlands

Fleiri fólk enn vanligt verða til jólaaftanshald í KFUM í Klaksvík í morgin

Í gjár høvdu tíggju fólk melda seg - freistin er í kvøld. Jólahald fyri einsamøll í Klaksvík hevur verið á skránni í nógv samanhangandi ár nú

2022-12-22 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Góður døgurði, dansur um jólatræ, gávur, pakkaslapæl, rís a la mande, spurnarkapping og annars hugni.

Alt hetta fevnir jólaaftanshaldið í KFUM & K í Klaksvík um. Hetta tiltakið hevur verið nógv tey seinastu árini, og er ætlað teimum ið ongan hava at halda jól saman við. 

Tað er Pól Johannessen, sum hevur staðið fyri tiltakinum so at siga øll árini - við góðari hjálp frá øðrum í samkomuni. 

Trúboðarin úr Klaksvík segði við Kringvarpið í gjár, at tíggju høvdu melda seg. Hetta eru fleiri, enn vanligt er. Eisini greiddi Pól Johannesen frá, hvussu jólahaldið fer fram.

Í gjárkvøldið skrivaði Kfum & K Klaksvík, at tey sum ynskja at lata jólagávur til tey, sum koma at halda jólaaftan í Kfum & K, eru vælkomin at seta seg í samband við Pól á tlf. 212480.

Freistin at tekna seg er í kvøld, 22. desember.

Jólaaftanshald fyri einsamøll í høvuðsstaðnum verður sum vant í KFUK í Varðagøtu. Til hetta høvdu 28 fólk tekna seg, upplýsir Kringvaprið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder