Innanlands

Fleiri vóru á fundi um Klingurstjørn

Tórshavnar kommuna helt kunnandi fund um útstykkingina

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-13 15:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrakvøldið var kunnandi fundur fyri tey, sum hava fingið grundstykki við Klingurstjørn á Argjum.

Tað var Tórshavnar kommuna, sum hevði boðið inn til fundin, har hesi fingu ymiskt at vita um skeytisásetingar, byggitreytir, byggistig og annað, nú nýggja útstykkingin við Klingurstjørn á Argjum skjótt verður liðug.  

Í hesi seinnu útstykkingini við Klingurstjørn eru 45 grundøki. 

Tá ið Tórshavnar kommuna fær lidnu útstykkingina handaða í august 2019, skal Umhvørvisstovan matrikkulera økið, og síðani sleppa nýggju eigararnir framat og kunnu fara undir at byggja sítt heim, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder