Innanlands

Flestu gestirnir á gistingarhúsunum vóru danir

Uppgerð vísir ein vøkstur í starvsferðargestum og eina minking í frítíðargestum

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-02-06 12:34 Author image
Ari av Rana

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstova Føroya vísir, at tað vóru 151.717 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum í 2018. Tað eru 7.243 ella 5% fleiri enn í 2017.

Flestu gistingarnar í 2018, 31%, vóru hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark. Síðani vóru 21% hjá føroyingum sjálvum, 20% hjá fólki úr øðrum Norðurlondum, onnur 20% hjá fólki úr øðrum londum í Evropa. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Evropa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 8%.

[object Object]

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið eru langt ovast, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, serliga teim trimum norðurlondunum Noregi, Svøríki og Íslandi, men eisini Bretlandi, Týsklandi og Norðuramerika.

Størsti vøksturin í tali er hjá fólki, búsitandi í Føroyum, og lutfalsiga sera stórur vøkstur úr Íslandi, Svøríki og Norðuramerika. Merkisvert er eisini stóri vøksturin úr londum í Asia, sum er ein tvífalding í mun til 2017.

[object Object]

Vøkstur í starvsferðargestum – minking í frítíðargestum 
Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum eru býttar eftir endamáli við ferðini. Her er endamálið býtt í tvey: frítíðar- ella starvsferð.

Her er ein merkisverd broyting hend frá 2017 til 2018 við eini umskaring millum talið av innskrivingum hjá fólki í frítíðarferð og fólki í starvsferð, soleiðis, at talið av starvsferðarinnskrivingum vaks við umleið 9.000 ella 52%, meðan talið av frítíðarinnskrivingum minkaði við umleið 8.300 ella 18%.

[object Object]

Um uppgerðarháttin

Ein gistinátt tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuni at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur upp á seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

placeholder
placeholder