Ein nýggj granskingargrein um mikrobiologiskar orsøkir og sløg av infektiónum hjá føroyskum sjúklingum við innleggingarkrevjandi sjúku er júst útgivin sum sokallað ’open acess’-grein í vísindaliga tíðarritinum BMC Infectious Diseases.
Her verður greinað, hvørjar bakteriur eru orsøkin til infektiónir og hvørji sløg av infektión sjúklingar innlagdir á medisinsku deild í Føroyum hava, skrivar gransking.fo.
Greinin eitur “Focus of Infection and Microbiological Etiology in Community-Acquired Infections in Hospitalized Adult Patients in the Faroe Islands”.
Greinin er partur av ph.d.-verkætlanini hjá Mariju Todorovic Markovic, 1. hjálparlækna, sum er innskrivað sum ph.d.-lesandi á Syddansk Universitet. Hon skal verja ph.d. ritgerð sína í Kongshøll í Tórshavn hósdagin 28. februar.
Høvuðsvegleiðari er Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni í infektiónsmedisini, sum er knýttur at Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetur Føroya og Syddansk Universitet.
Hjávegleiðarar hava verið Court Pedersen, professari í infektiónsmedisini dr.med. á Odense Universitetshospital/Syddansk Universitet, Magnús Gottfredsson, professari í infektiónsmedisini ph.d. á Landspitali Universitetssjúkrahús/Háskóla Islands og Mirjana Todorovic Mitic, lækni frá Onkologisku deild, Nis Clinical Center, Nis, Serbia.
Hesi eru øll viðhøvundar á greinini.
Shahin Gaini sigur m.a. soleiðis um greinina:
“Greinin hevur nágreinað í æsir, hvørjar bakteriur og aðrar smáverur eru orsøk til innleggingarkrevjandi infektiónir í Føroyum. Greinin hevur eisini nágreinað, hvørji sløg av brunum og hvar í kroppinum brunin situr, tá føroyskir sjúklingar verða innlagdir á Landssjúkrahúsinum við álvarsligari infektión.
Úrslitini vísa, at lungnabruni og bløðrubruni/nýrnakokubruni eru tær vanligastu infektiónirnar hjá føroyskum sjúklingum, sum verða innlagdir á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum.
Gram-negativar bakteriur sum til dømis kolibakteriur (Escherichia coli) eru tær vanligastu sjúkuelvandi bakteriurnar hjá innløgdum sjúklingum á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum.
Úrslitini skulu brúkast til at dimensionera tað føroyska heilsuverkið í mun til infektiónsbyrðuna í føroyska heilsuverkinum og til at velja tey røttu antibiotikasløgini, tá man viðger infektión á føroyskum sjúkrahúsum.
Úrslitini vísa eisini, at tað er tørvur á at betra um mikrobiologiskan diagnostikk í Føroyum bæði viðvíkandi laboratoriutøkni serliga innanfyri PCR tøkni til andaleiðsinfektiónir og økja um bioanalytikaramanningina á Landssjúkrahúsinum.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald