Uttanlands

Flogfar dottið niður í India

242 fólk vóru umborð á flogfarinum, og líkt er til, at øll hava latið lív

2025-06-12 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt flogfar hjá flogfelagnum Air India datt í morgun niður nær við Ahmedabad-floghavnini í vestara parti av India.

Flogfarið, sum var av slagnum Boeing 787-9 Dreamliner, datt niður stutt eftir fráferð. Flogfarið var ávegis til gatwick-floghavnina í bretska høvuðsstaðnum London.

Sambært Reuters vóru 242 fólk umborð á flogfarinum. Millum teirra vóru 169 ferðafólk úr India, 53 úr Stórabretlandi, sjey úr Portugal, og ein úr Kanada.

Sambært løgregluni í økinum er líkt til, at øll ferðafólkini hava latið lív.

Flogfarið datt niður í fjølbygdum øki og rakti ein bygning, har fleiri læknar búgva.

Ahmedabad-floghavnin er stongd fyri flogferðslu í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder