
Ongin lat lív tá eitt ferðafólkaflogfar frá Delta Air Lines endaði á takinum undir lending í Pearson-floghavnini í kanadiska stórbýnum Toronto seinnapartin í gjár, lokala tíð.
Øll 80 fólkini sluppu við lívinum, og tey, sum løstaðust í hendingini, sluppu við lutfalsliga smáum skaðum, upplýsir stjórin fyri floghavnina, Deborah Flint.
Flogfarið kom úr Minneapolis við 76 ferðafólkum og manningin taldi fýra, tá lendingin um 14.15 tíðina, lokala tíð, miseydnaðist.
Enn er orsøkin til óhappið ikki staðfest, og ein meira umfatandi kanning er nú sett í verk.
Sløkkiliðsleiðarin á Toronto Pearson International Airport upplýsir, at 18 ferðafólk vórðu flutt á sjúkrahús, harav eitt barn og tvey vaksin við meira álvarsligum skaðum.
Kanadiska veðurstovan, The Meterological Service of Canada, upplýsir, at tá flogfarið skuldi lenda, var fitt av vindi, upp í 18 metrar um sekundið, og tað var kalt, minus 8,6 stig.
Tað er ógvuliga óvanligt, at eitt flogfar endar á takinum, sigur John Cox, sum er leiðari fyri eitt ráðgevarafelag innan flogtrygd.
- Vit hava einans uppliva nakrar heilt fáar tilburðir av hesum slag fyrr – hetta er sjáldsamt, sigur hann við AP-tíðindastovuna.
Óhappið í Toronto er fjóra álvarsliga hendingin við flogførum í Norðuramerika henda seinasta mánaðin.
29. januar rendu eitt ferðafólkaflogfar og eitt hernaðarflogfar saman nærhendis amerikanska høvuðsstaðin, Washington D.C., har 67 fólk lótu lív. Tveir dagar seinni datt eitt sjúkraflutningsflogfar niður í Philadelphia, har øll seks fólkini umborð umframt eitt fólk á jørðini doyðu.
Og 8. februar datt eitt lítið Chessna Caravan-flogfar niður í vestara parti av Alaska. Øll tíggju fólkinu umborð doyðu, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald