2023-02-07 21:20

Tann skerda flogferðslan sum eftir ætlan skuldi vera í dag, bleiv tarnað nakað. Tvey flogfør skuldu avstað, og tað gekk sum ætlað. Eitt til Gran Canaria í morgun klokkan 7:30, og eitt til Keypmannahavnar klokkan 13.
Men tey bæði flogførini, sum skuldu koma til Føroya í dag, eru avlýst orsakað av ringa veðrinum sum er og hevur verið.
Eitt flogfar úr Gran Canaria skuldi lenda í kvøld klokkan 19:05, men er útsett til í morgin. Tað sama er við flogfarinum úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda klokkan 19:20.
Orsakað av seinkingunum í dag, verður morgindagurin tarnaður nakað. Vónað verður, at ættin broytist nakað, so at flúgvandi verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald