Innanlands

Flogternunum stendur frítt at krevja sáttmála

Økissáttmálin hjá Starvsmannafelagnum fyri flogternurnar fór úr gildi 1. november í fjør, og síðani hevur felagið ikki havt nakran leiklut á økinum, sum felag við virknum kollektivum sáttmála, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-09 11:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu tíðina hevur nógv almenn umrøða verið um sáttmálaviðurskiftini hjá flogternununum hjá Atlantic Airways, serliga í samband við tvey umstrídd uppsagnarmál. Í hesum sambandi kunnu fólk hava fingið ta fatan, at Starvsmannafelagið framvegis hevur ein leiklut sum sáttmálapartur á økinum.

- Hetta er ein misskiljing. Starvsmannafelagið hevur ongan leiklut havt á økinum síðani 1. november í fjør, tá ið kollektivi økisssáttmálin fyri flogternurnar fór úr gildi.

Soleiðis sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, um umstríddu uppsagnarmálini í Atlantic.

Formaðurin vísir á, at flogternurnar frá 1. november í fjør ynsktu at gerast limir í danska fakfelagnum fyri starvsfólk í flogvinnuni, FPU og tóku seg úr Starvsmannafelagnum, avgjørdi felagið at siga sáttmálan upp við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Við hesum stigi trekti Starvsmannafelagið seg úr sáttmálaøkinum og lat samstundis upp fyri, at flogternunar sjálvar kunnu skipa síni sáttmálaviðurskifti eftir egnum ynski.

- Síðani 1. november hevur Starvsmannafelagið sostatt ikki verið nøkur forðing fyri, at flogternurnar kundu krevja nýggjan kollektivan økissáttmála fyri Atlantic Airways. Økissáttmálin er farin úr gildi, sigur Súni Selfoss.

Les alla viðmerkingina hjá formanninum í Starvsmannafelagnum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder