Innanlands

Flogternurnar hava góðtikið nýggjan sáttmála

Flogferðslan kann ótarnað halda fram, nú tað er greitt at tað verður ikki til nakað verkfall á hesum sinni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-12-17 10:52 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Nú er endaligur sáttmáli samtyktur ímillum Súluna, ið er fakfelagið hjá flogternunum, og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað er greitt eftir at limirnir í Súluni á atkvøðugreiðslu hava góðtikið sáttmálan, ið var undirskrivaður mánadagin 9. desember.  

Hetta merkir at Súlan og Føroya arbeiðsgevarafelag nú eru samd um lønina og starvsviðurskiftini.

Eisini er ein serlig skipan gjørd fyri flogternur hjá Atlantic Airways, sum hava bústað í Danmark og flúgva út frá danskari støð

FPU – Flyvebranchens Personale Union – og Súlan hava í hesum sambandi tikið undir við einum sonevndum viðtøkusáttmála, har Atlantic Airways er beinleiðis sáttmálapartur. Viðtøkusáttmálin ásetir, at sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarfelag og Súluna fyri flogternur hjá Atlantic Airways altíð er galdandi fyri flogternur hjá Atlantic Airways, sum hava bústað í Danmark og flúgva út frá danskari støð.

Sáttmálin millum Føroyar Arbeiðsgevarafelag og Súluna er galdandi frá 1. november 2019

Kelda: inudstry.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder