Innanlands

Flogvøllurin og Suðuroyartunnilin kunnu fáa pengar úr Íleggingargrunninum

Eitt samt løgting samtykti í dag at lata íleggingargrunninum heimildina at læna Suðuroyartunlinum og Vága Floghavn tilsamans 700 milliónir

2025-12-09 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú kunnu tær 700 milliónirnar í íleggingargrunninum brúkast til Suðuroyartunnilin og útbyggingina av Vága Floghavn.

Eitt samt løgting samtykti hetta seinnapatin við 3. viðgerð.

Lógin er broytt soleiðis, at Íleggingargrunnurin fær heimild at læna P/F Suðuroytunnilin 350 milliónir krónur, rentu- og avdráttarfrítt í 30 ár. Eisini fær grunnurin heimild at læna 350 milliónir krónur til P/F Vága Floghavn. Hetta er rentu- og avdráttarfrítt í 10 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder