Innanlands

Flokkarnir skulu aftur fundast um Suðuroyartunnilin

Aksel V. Johannesen hevur kallað forfólk inn í dag - hetta í sambandi við at so nógvir ivi er sáddur um linjuføringina, sum gongur gjøgnum Sandsbygd, og at Sambandsflokkurin nú hevur rópað varskó

Tað er helst linjuføringin, sum er aftur á breddanum nú (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað er helst linjuføringin, sum er aftur á breddanum nú (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-12 08:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit sum politkkarar mugu hava fult upplýst grundarlag at taka støðu útfrá, og tað meta vit okkum ikki hava í løtuni. Tí vilja vit hava, at hesir báðir serfrøðingabólkarnr tosa saman, so vit hava fult upplýst grundarlag 

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen í Degi og Viku í gjár, týsdagin. 

Formaðurin í Sambandsflokkinum vildi ikki dylja fyri, at í flokki hansara var ivi komið í, í sambandi við avgerðina um linjuføringina.

Les meira: Sambandsflokkurin sáar iva um linjuføring - ikki fult upplýst grundarlag

Síðst í oktober boðaði løgmaður annars frá, at allir flokkar í Løgtinginum nú hava svarað, og sostatt er semja um linjuføringina. Henda linjuføringin fer úr Djúpadali til Sandvíkar, men við atkomutunli til Skúvoyar (Uppskotið, ið kallast 1A).

Nú verður hugt upp á støðuna aftur. Hetta milllum annað í sambandi við Tunnilsbolkurin hevur víst á nøkur ting, og at ónøgdin, serliga á Sandoynni, hevur verið stór seinastu vikurnar. Eisini hava spurnartekin verið reist við sjálva tilgongdina.

Sí lesarabræv hjá Liljuni Weihe her

Tað varð váttað í gjárkvøldið, at Aksel V. Johannesen fer at hava fund við umboð úr poltisku flokkunum í dag. Spurningurin er so, um alt verður endavent aftur, ella um tíðin verður nýtt til at vissa um ymiskt og staðfesta. Løgmaður úttalar seg um málið seinni í dag

Sí eisini: Nógv flest vilja hava tunnilin upp við Múlan - kanning

[object Object]
Flokkarnir hava í fleiri førum gjørt semjur í sambandi við stóru verkætlanina (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder