Leygardagin verður almennur pallborðfundur í Smæruni, har formenninir í politisku flokkunum í ein tíma fara at kjakast um tvey aktuell arbeiðsmarknaðarmál.
Undantøk og verkfall
Rættuligar rembingar vóru á arbeiðsmarknaðinum í fjørvetur, tá ið almanna- og sjúkrahúsverkið varð rakt av effektivum verkføllum. Hettar hevur enn einaferð fingið kritiskar røddir at tala at og krevja, at fastar avtalur vera gjørdar um undantøk í verkfallstøðu. Tað kravið hevur verið frammi fyrr, t.d. í sambandi við siglingina hjá Smyrli. Fakfeløgini eru harðiga ímóti hesum, tí tey óttast at tað fer at skerja verkfallsvápið. Politisku flokkarnir siga sína hugsan um undantøk í verkfallstøðu.
37 tíma arbeiðsvika
Skal arbeiðsvikan í Føroyum lækkast niður í 37 tímar, eins og hon er í onkrum av londunum? Tað er hin spurningurin, sum floksformenninir fara at kjakast um. Vaksandi arbeiðsbyrða og krøv um effektivitet hava gjørt, at alt fleiri leggjast fyri av strongd. Føroyar hava eina løgtingslóg um 40 tíma arbeiðsviku og fakfeløgini hava ymiskar ásetingar um arbeiðsvikuna í sáttmálunum. Floksformenninir siga sína hugsan um 37 tíma arbeiðsviku.
Høvið verður hjá áhoyrarunum at gera viðmerkingar og seta luttakarunum við pallborðið spurningar, skrivar Starvsmannafelagið.
Kári Mikkelsen, journalistur, verður fundarstjóri á kjakfundinum eftir at aðalfundurin hjá Starvsmannafelagnum er av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald