Í gjár var prógvhandan í góðveðrinum úti í Grøv í Klaksvík, har nógv fólk vóru komin saman fyri at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á tøknibreytini á tekniska skúlanum TSK.
Klaksvíkar Hornorkestur spældu nøkur løg, og Helma Maria Tróndheim helt røðu. Eli Syderbø, næmingur, helt næmingarøðuna fyri pisurnar.
Síðani var boðið til kaffi og køkur á skúlanum, har Victoria Absalonsen, lærari í føroyskum, segði nøkur orð.
Olgar Fuglø fekk handað heiðursprógv, blómur og gávukort fyri besta prógvið á tøknibreytini. Harumframt fekk Torkil Eyðunsson Lisberg heiðurin sum hjálpsamasti næmingur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald