Innanlands

Flugu við dronu ov nær húsum

Kortini ikki grundarlag fyri skuldseting

2019-03-01 08:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan var í Trøllanesi í gjár og vegleiddi eitt útlendskt ferðafólk, sum ikki helt seg til forskriftirnar, tá tað ræður um at flúgva við dronu yvir bygdum øki.

Løgreglan varð fráboðað, tí mett var at dronan fleyg ov tætt bygdum øki.

Løgreglan metti tó ikki at tilburðurin heldur til eina skuldseting. Løgreglan valdi í staðin at geva ferðafólkinum eina vegleiðing um, hvat lóggávan sigur viðvíkjandi flúgving við dronu nærhendis bygdum øki, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder