Innanlands

Flúgva við dronum yvir Vestmanna

Umhvørvisstovan nýtir dronurnar til at gera nýggj myndakort

Mynd: Vestmanna kommuna

Mynd: Vestmanna kommuna

2019-05-08 08:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Umhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum. Ætlanin er at flúgva í Vestmanna í tíðarskeiðnum 13. maj til 14.juni 2019.

Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar uml. 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data. Flúgvingin er skjótt avgreidd - tað tekur vanliga frá 30 min. til 2 tímar at flúgva eina bygd.

Løgreglan er kunnað um flúgvingina, boðar Vestmanna kommuna frá.

Dronurnar eru úr løttum og haldførum tilfarið og viga beint undir 1,5 kg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder