Komandi summar kann løgreglan flyta inn í nýggja politistøð við R. C. Effersøesgøtu í Havn. Bygningsstyrelsen er nú farið í gongd við eina umfatandi umbygging av gamla sjóvinnubankahøvuðssætinum á Trapputrøðni.
So at siga alt skal gerast av nýggjum. Alt takast úr bygninginum. Byggjast skal ein hædd omaná, og bygningurin skal hava nýggjan klædning.
Tað er danska fyritøkan Ommen og Møller, sum stendur fyri byggingini saman við fleiri undirveitarum, onkrir av teimum eru føroyskir. Kostnaðurin verður 138 milliónir krónur.
Á sumri verður nýggja politistøðin klár at taka í brúk, skrivar Bygningsstyrelsen í tíðindaskrivi, sum er sent út í dag.
Bara ”ráhúsið”, sum tey kalla tað, og tær berandi konstruksjónirnar vera eftir, tá alt er flust uttan av og úr bygninginum, síðan verður farið í holt við at byggja uppaftur, og eisini verður eitt parkeringsdekk lagt oman á verandi parkeringsøki, verður sagt.
Í støðini verður 3.175 fermetrar, harav um 1.000 er kjallari og bilhús. Í bygninginum skal vera tað, sum krevst av eini nýmótans politistøð, tilbúgving, varðhald, avhoyringarrúm, fyrisiting, fundarhølir, matstova og tænastustøð fyri borgarar.
Bygningurin verður klæddur við robinie viði, sum eldist vakurt og kann halda í minst 50 ár uttan nakra viðgerð.
Bygningsstyrelsen hevur ábyrgdina av 10 statsligum bygningum í Føroyum, harav fleiri teirra hava fingið umfatandi umvælingar seinastu árini, eitt nú Ríkisumboðsborgin, ’Statskassin’ og rætturin á politistøðini á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald