Innanlands

FM1: Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen bresta saman seinnapartin

Formenninir í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum og tveir teir seinastu løgmenninir skulu beint eftir tíðindini klokkan 15 kjakast

Stutt fyri jól 2022 lat Bárður á Steig Nielsen Akseli V. Johannesen lyklarnar til Tinganes. Nú eru teir skjótt uppá spæl aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Stutt fyri jól 2022 lat Bárður á Steig Nielsen Akseli V. Johannesen lyklarnar til Tinganes. Nú eru teir skjótt uppá spæl aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-06 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú eru undir tríggjar vikur til Løgtingsvalið 2026. Tað verður 26. mars, og stutt eftir tað gerst greitt, hvussu nýggja samgongan fer at síggja út.

Seinastu trý valskeiðini hevur løgmaður havt navnið Aksel V. Johannesen (tvær ferðir) og Bárður á Steig Nielsen (eina ferð).

Hoyr eisini andstøðuformenninir: - Talan var um nógv tos

Samgonguumboð: - Vit hava nógv at arbeiða við og fólkatingsvalið fer at órógva

Spurningurin er, um formenninir í ávikavist Javnaðarflokkinum fara at standa hvør sínu megin aftur hesaferð, ella um B og C enda á somu síðu í næstu tingsetu.

Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen hava eisini fleiri aðrar spurningar, sum teir skulu svara uppá, og nógv at kjakast um.

Hoyr teir eftir tíðindini á FM1 klokkan 15. 

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum Politiska sendingin, sum Árni Gregersen stilar fyri, kemur eisini út á fm1.fo og á Portalin.

[object Object]
FM1 og Portalurin - títt valradio og tín valsíða

Hoyr eisini: 
Valfundur hjá Vinnuhúsinum og FM1: Vinnukarmar og Arbeiðsmegi - fyrri partur

Valfundur hjá Vinnuhúsinum og FM1: "Vinnukarmur og Arbeiðsmegi" - seinni partur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder